Burðardygg menning merkir í stuttum ein menning, har tørvurin hjá teimum menniskjum, sum liva á jørðini í dag, kann nøktast uttan at minka um møguleikarnir hjá komandi ættarliðum eisini at nøkta sín tørv. Hugtakið inniber, at miðast skal í móti at loysa umhvørvisligar, búskaparligar og sosialar trupulleikar soleiðis, at hesi øki fella inn í hvørt annað og at øll uppnáa vælferð uttan at gera skaða á tilfeingi á jørðini.
Stóra ST-ráðstevnan um umhvørvi og menning í Rio de Janeiro í 1992 setti burðardygga menning á altjóða skránna. Í Agenda 21 skjalinum verður heitt á stjórnirnar í heimsins londum um at gera ætlarnir fyri eina burðardygga menning í 21. øld.
Hugsjónin um eina alheimsliga burðardygga menning er ein heimur við búskaparligari framgongd, størri vælferð og øktari umhvørvisvernd. Ein menning, har øll fáa sín part. Eisini tann veiki og fátæki parturin av heiminum. Hóast lítlar, eru Føroyar eitt ríkt land og kunnu gera sítt til at fremja eitt burðardygt alheimssamfelag.
Vilt tú vita meira um burðardygga menning, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.